- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppreistur á aðalfundi í TF Holding
Stríðsval var á aðalfundinum í TF-samtakinum í gjárkvøldið. Tríggir nevndarlimir í TF Holding stóðu fyri vali, teirra millum nevndarformaðurin Gunnar í Liða. Hini, ið stóðu fyri vali, vóru Árni Jacobsen og Ingeborg Godtfred.
Sermerkt fyri nevndarvalið var, at aðalfundurin valdi at ganga ímóti serliga tilráðingarbólkinum, sum annars hevur sum høvuðsuppgávu at koma við væl skikkaðum uppskotum til nevndarlimir.
Tilráðingarbólkurin mælti aðalfundinum til at velja millum Gunnar í Liða, Árna Jacobsen, Leif Abrahamsen og Elisabeth Eldevig.
Men á aðalfundinum vóru fýra onnur valevni í uppskoti til teir tríggjar nevndarsessirnar. Ingeborg Godtfred, Arni D. Brattaberg, Birgir Nielsen og Magni Arge.
Svarar ikki uppá, um hann verður nevndarformaður
Teir 35 umboðsráðlimirnir valdu at ganga ímóti tilráðingarbólkinum. Ingeborg Godtfred fekk 20 atkvøður og var fyrstvald, meðan Arni D. Brattaberg og Gunnar í Liða fingu 16 atkvøður í part.
Hesi trý manna nú nevndina í TF Holding saman við Jákupi Egholm Hansen, Anniku Waag, Jan Múller, Annu Larsen, Sonna Mikkelsen og Elini Heðinsdóttir Joensen.
Gunnar í Liða var nevndarformaður áðrenn aðalfundin í gjárkvøldi. Eftir aðalfundin segði hann seg ikki kunna svara uppá, um hann heldur fram sum nevndarformaður. Tað verður avgreitt á næsta nevndarfundi, segði hann.
Aðalfundurin í TF Holding í gjárkvøldið góðkendi roknskapin fyri samtakið, sum hevði 174 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt og 140 milliónir eftir skatt.
Størsti parturin av yvirskotinum, 100 milliónir krónur, stavar frá Eik Banka. Finansiel Stabilitet eigur 30 prosent av Eik Banka og skal tí hava 30 prosent av yvirskotinum.
TF Holding metir, at samlaða yvirskotið í samtakinum verður millum 70 og 110 milliónir krónur í ár.