- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey flestu vilja hava miðnámsútbúgving
1079 umsøkjarar eru sloppnir á miðnánsskúla komandi skúlaár.
Tað svarar til, at 92 prosent av umsøkjarunum kunnu fara undir eina miðnámsútbúgving. Av hesum eru 54 prosent gentur, stendur í tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum.
Á gymnasialu útbúgvingunum eru samanumtikið fleiri gentur enn dreingir, meðan dreingir eru í meirluta á yrkisútbúgvingunum.
Á yrkisútbúgvingarøkinum hevur útbúgvingin innan fyrisiting, handil og skrivstovu flestar umsøkjarar. Næst koma el- og hárfríðkanarútbúgvingin.
Á gymnasialu útbúgvingunum vilja tey flestu sleppa á hugvísindaliga útbúgving, og síðani koma búskapur og náttúruvísindi.
28 umsóknir vóru til nýggju sertilboðini á Kambsdali og í Havn. Tey kunnu vænta at fáa svar fyrstu vikuna í mai, skrivar Mentamálaráðið.
Innan 7. mei skulu umsøkjararnir hava boðað frá, um teir taka av tilboðnum.