- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýriski stjórnarherurin er undir trýsti
Islamistisk uppreistrarlið í Sýria hava tikið tað mesta av býnum Jisr al-Shughur, sum er tann seinasti undir sýriskum stjórnarræði í Idlib landspartinum.
Sagt verður, at stjórnarherliðini flýggja, og at deyðir stjórnarhermenn liggja í gøtunum.
Fellur býurin, er vegurin opin til Latakia, ið er býur Alawite minnilutans, sum ættin hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, er partur av.
Býurin er higartil sloppin undan krígsatgerðum, men verður hann álopin og fellur, fer tað um ikki annað at hava ímyndaligan týdning fyri støðu forsetans og vald hansara.
Hesaferð er tað al-Qaeda vongurin, sonevndi Nusra herurin, ið hevur vunnið á stjórnarherinum. Nusra herurin var tann sterkasti, til islamski staturin kom á vígvøllin.