- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støða ikki tikin til samstarv
Endalig støða skuldi í morgun takast til uppskotið frá nevndini um at broyta viðtøkurnar soleiðis, at heimild verður at avhenda vindmyllulundinar í Neshaga og Húsahaga til partafelag ella smápartafelag.
Aðalfundurin hjá SEV endaði kortini uttan atkvøðugreiðslu fyrrapartin. Ósemja er um Magn skal eiga ein part av vindmyllulundini í Húsahaga.
Spurningur um ognarskap avgreiðast fyrst
- Spurningurin um ognarskap eigur at fáast uppá pláss áðrenn eitt partafelag kann gerast, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við útvarpið á middegi.
Hann heldur, at viðurskiftini mugu lýsast betri og fáast uppá pláss, áðrenn klárt er at gera eitt partafelag og SEV og Magn kunnu byrja samstarv.
- Viðurskiftini eru so ógreið, at tað má verða ein eykaaðalfundur bara um tað málið, har vit áðrenn kunnu fara til bý- og bygdaráðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.