- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðirnir ikki røktir nóg væl
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Almannaverkið hevur í samstarvi við Landsverk gjørt eina kanning av teimum 80 bygningunum sum Almannaverkið eigur ella leigar kring landið.
Kanningin vísir millum annað, at 22 av 45 bygningunum og bústaðartilboðunum hjá Almannavekrinum í Havn ikki eru nøktandi. Bæði tí bygningarnir ikki eru bygdir til tað endamálið, ið teir skulu nýtast til.
SÍ EISINI Bútilboð í Havn ikki nøktandi
Ein onnur orsøk, til at bygningarnir ikki eru nøktandi, er at bygningarnir eru farnir illa, tí teir ikki eru røktir, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum við útvarpið.
Landið eigur 37 bygningar, sum Almannaverkið brúkar, og er tað Landsverk, ið hevur uppgávuna at røkja hesar bygningarnar.
30 milliónir er ov lítið
Landsverk hevur umleið 30 milliónir um árið at halda og røkja almennar bygningar fyri. Stovnurin hevði í fjør bert tríggjar milliónir at halda teir fyri, og tað er alt ov lítið sigur Edvard Heen.
Almannaverkið samstarvar í løtuni við Almannamálaráðið um at finna eina loysn at basa bústaðartrupulleikanum.
Edvard Heen vil ikki fara í smálutir um ætlanina enn. Talan er um bæði at byggja nýtt, og at umskipa verðandi bústaðartilboð, sigur hann.