- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaheilsuráðið vil hava ung at leggja av
Fólkaheilsuráðið vil hava ung at leggja av
Fólkaheilsuráðið ger nú enn eina roynd at fáa fólk at sløkkja sigarettina. Nú verða fólk, ið kunnu vegleiða ungum, boðin á skeið hjá ráðnum
16.04.2015 - 13:39
Ungdómsleiðarar, lærarar og heilsustarvsfólk í Føroyum eru boðin á skeið hjá Fólkaheilsuráðnum um tríggjar vikur, 7. og 8. mai, sigur Fólkaheilsuráðið.
Tað verður gjørt, so fólk, ið dagliga eru um ung fólk, kunnu vegleiða teimum, í royndini at tálma royking millum ung í Føroyum.
Skeiðið vendir sær til ungdómsleiðarar, lærarar og heilsustarvsfólk, sum í starvi sínum hava samband við ung úr 15 upp í 25 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV