Giktlæknin loksins givin í starvinum

Giktlæknin loksins givin í starvinum
Eingin giktlækni er á Landssjúkrahúsinnum í løtuni. Pero Sore, ið fleiri ferðir áður hevur hótt við at siga upp, er nú givin í starvi sínum
Giktlæknin á Landssjúkrahúsinum, Pero Sore, ið tvær ferðir áður hótti við at siga seg úr starvi, er loksins givin í starvi sínum
 
15.04.2015 - 13:20

Pero Sore, einasti giktlækni í Føroyum, hevur sagt seg úr starvi. Sostatt er eingin giktalækni á landssjúkrahúsinum longur, skrivar in.fo

Tað hevur hann váttað - men so hevði hann ikki fleiri viðmerkingar til málið. Pero Sore hevði upprunaliga sagt seg úr starvi til 31. desember 2014.

Tvær ferðir er uppsøgnin útsett - og fyri hálvum øðrum mánaði síðani var aftur galið. Tað eydnaðist tó at hava giktlæknan í starvi nakrar vikur aftrat, hóast partarnir ikki vóru samdir um treytirnar.

Varastjórin hevði framvegis vónina

So seint sum fyri viku síðani segði Anders Bøgesvang, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, at hann ikki hevði mist vónina um at finna eina loysn og varðveita einasta giktlæknan í Føroyum.

Sambært Bøgesvang vóru krøvini hjá Pero Sore tvíbýtt, ein partur vóru krøv til Landssjúkrahúsið, meðan hin parturin var avtala millum heilsutrygd og serlæknafelagið.

Tað hevur leingi verið greitt, at ein giktlækni í Føroyum ikki er nóg mikið. Tað framgongur eitt nú í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverkið í Føroyum.

Ein søkti starvið

Herfyri søkti Landssjúkrahúsið eftir nýggjum giktlækna. Freistin var 1. apríl og ein umsókn kom til starvið - tað var meira enn Landssjúkrahúsið roknaði við.

Útvarpið royndi í dag at fáa eina viðmerking frá Pero Sore og sjúkrahúsleiðsluni, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur í nøkrum teirra.

Anders Bøgesvang, sum er varasjúkrahússtjóri, hevur eisini sagt seg úr starvi - og tað sama hevur sjúkrahússtjórin Sigurð Ó. Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946