Avgusturin deyður: Ramur luktur um alla bygdina

Avgusturin deyður: Ramur luktur um alla bygdina
Avgusturin, ið svam seg á land í Hvalba sunnudagin, doyði í morgun. Lukturin er so ramur, at hann ikki kann verða liggjandi, sigur borgarstjórin
Avgusturin, ið svam seg á land í Hvalba fyrradagin, er nú deyður. Hann luktar illa, og kann ikki verða liggjandi, sigur borgarstjórin í bygdini
Mynd: Kartni Fornagarð  
 
14.04.2015 - 13:08

- Avgusturin er deyður millum klokkan níggju og tíggju í morgun. Vit hava kannað tað, og tað er staðfest, at hann er deyður, sigur borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson.

At tað ikki er á hvørjum degi, at avgustar síggjast um okkara leiðir, hevur borgarstjórin í Hvalba eisini merkt hesar báðar dagarnar, hann hevur ligið á sandinum í Hvalba.

Nógv fólk hava verið í bygdini og forvitnast, og nógvir bilar hava verið og hugt, segði Trúgvi Gudmundarson við útvarpið á middegi.

Verður sleipaður út á streymasjógv

Nú skal støða takast til, hvat skal henda við avgustinum, tí avgusturin kann ikki verða liggjandi, nú ramur luktur er um bygdina:

- Tað luktar heilt ekstremt illa, og hann kann ikki verða liggjandi her, sigur borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson.

Tá tað fløðir aftur í kvøld, fara fólk at hyggja nærri at avgustinum. Væntandi verður hann sleipaður út á streymasjógv í morgin, mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV