- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygningar hjá landinum umvælast fyri at spara orku
Bygningarnir, sum skulu umvælast, eru Landsbókasavnið, Havstovan, Fíggjarmálaráðið, Maskinmeistaraskúlin, Vørn og fleiri bygningar undir Almenna- og heilsumálaráðnum.
Talan er um eina verkætlan eftir einari skipan, sum eitur ESCO. Uppgávan, sum virki nú kunnu søkja um undangóðkenning, fevnir millum annað um orkugreining, skjalfesting og at fíggja útvaldu bygningarnar.
Útboðið er býtt sundur í tveir tilboðspakkar, ávikavist uml. 6.200 og 8.600 fermetrar, men ein heildarútbjóðingarsáttmáli verður gjørdar um báðar tilboðspakkarnar
Íløgur fyri 30 milliónir
Fyritreytin, fyri at kunna bjóða upp á arbeiði, er, at virki kann skjalprógva orkusparingar, sum byggiharrin hevur útroknað, og sum eru upplýstir í útbjóðingartilfarinum.
Í ESCO-skipanini er eisini ein fíggingarleistur, sum byggir á samstarv, har tað almenna og privata býta fíggingina millum sín, men privati parturin tekur váðan.
Almenna íløgan í verkætlanina verður væntandi umleið 30 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. Partur hjá byggiharranum kann tilsamans væntast at verða 10 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald, skrivar Landsverk á heimasíðuni.
Mett verður, at tað fer at taka 10-13 ár at umvæla bygningarnar. Tó í mesta lagi 13 ár, stendur í sáttmálanum.