Politiið: Hevur verið friðarligt í nátt

Politiið: Hevur verið friðarligt í nátt
Tað hevur verið stilt og friðaligt um alt landið í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini
Ein harðsskapstilburður í nátt. Annars friðarligt
Mynd: savnsmynd  
 
12.04.2015 - 09:43

Ein maður varð um tvey tíðina í nátt handtikin av løgregluni uttanfyri Café Natur í Havn, skuldsettur fyri harðskap. Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn hevði maðurin sligið ein annan mann.

Handtikni maðurin varð stutt eftir avhoyrdur á politistøðini, og hann hevur játtað seg sekan. Maðurin er latin leysur aftur.

Annars hevur verið stilt og friðaligt um alt landið í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV