- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðast illa umborð á Teistanum
Atløguviðurskiftini í Skopun, trupulleikar við generatorsettunum í motorinum, ið góvu ov lítla megi, hava ikki gjørt støðuna betri.
Nýggju hvílitíðarreglurnar og tað, at yvirstýrimenninir ikki kunnu loysa av sum skiparar, hava eisini havt við sær, at brúgvamanningin skal skifta hvørt samdøgur, og tað dámar ikki øllum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um manningarviðurskiftini á Teistanum.
At venja nýggj fólk tekur langa. Strandferðslan upplýsir, at við verandi vaktarskipan er effektiva siglingartíðin hjá manningini umleið hálvan sætta mánað. Hvørt stig í vinnubrævinum krevur eitt ár í effektivari siglingartíð.
Men betri tíðir hómast, sigur Jørgen Niclasen, tí ungir menn eru undir uppvenjing, og skipið hevur fingið nýggjar generatorar.
Strandferðslan hevur tó víst á, at tað hevði verið gott at fingið ein avvísingarbrunn í Skopun, so skiparin ikki nýtist at óttast fyri at enda í grótkastinum. Áhaldandi ótti er ikki góður fyri fólk og kann elva til strongd, sigur Jørgen Niclasen.
Gerhard Lognberg spurdi eisini, um lønarviðurskiftini eru ein meinbogi.
Jørgen Niclasen sigur, at lønirnar á strandfaraskipunum kunnu berast saman við almennu lønirnar annars. Tað ger neyvan mun, um vit bjóða meiri løn, tí munurin millum føroyska og útlendska lønarlagið, eitt nú í norsku frálandavinnuni, er ovurstórur.
Og manningarnar á strandfaraskipunum hava ikki rætt til sjómansfrádrátt.