Bakkafrost 647 milliónir krónur í avlopi

Bakkafrost 647 milliónir krónur í avlopi
Úrslitið fyri skatt var 900 milliónir kr., og felagið rindaði 254 milliónir kr. í skatti
 
11.04.2015 - 15:24

293 milliónir kr. verða latnar í vinningsbýti, og metti skatturin av vinningsbýtinum verður millum 80 og 90 milliónir kr.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti, segði í frágreiðingini til aðalfundin í dag, at alivinnan er bundin av góðum og støðugum reglugerðum frá myndugleikunum.

- Tað er alneyðugt at hava gjøgnumskygdar langtíðarkarmar fyri at kunna taka langtíðaravgerðir og reka vinnuna á skilabesta hátt. Kappingarførið er tengt at førleikanum hjá myndugleikanum at skapa vinnuni gott umhvørvi, tí alivinnan er í altjóa kapping, segði Rúni M. Hansen.

 

Síðani 2011 hevur alivinnan rindað hálvt triðja prosent í loyvisskatti, men í fjør varð skatturin umskipaður til varandi loyvisskatt, sum er hálvt fimta prosent umframt eitt hálvt prosent av umsetninginum av alingini.

Bakkafrost hækkaði fimm ára íløguætlanina í fjør við 470 milliónum krónum, upp í hálva aðru milliard kr. Sáttmálar eru gjørdir við bæði føroyskar og útlendskar veitarar. 

 

Umleið 1.000 fólk starvast í Bakkafrosti, og felagið rindaði 264 milliónir kr. í lønum í fjør.

 

Nevndin hevur avgjørt at lata starvsfólkunum ein eyka ágóða í partabrøvum, sum svarar til tvey prosent av forvunnu inntøkuni í fjør.

Á aðalfundinum í dag stóðu Annika Frederiksberg og Øystein Sandvik fyri vali, og bæði vórðu afturvald. Rúni M. Hansen heldur fram sum nevndarformaður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008