Kanna heilsustøðuna hjá vaksnum føroyingum

Kanna heilsustøðuna hjá vaksnum føroyingum
Í ár fáa 5.000 føroyingar sendandi spurnarblað frá Fólkaheilsuráðnum, ið spyr fólk um royking, rúsdrekka, mat og rørslu
5.000 føroyingar fáa í ár sendandi spurnarblað frá Fólkaheilsuráðnum, ið ætlar at kanna heilsustøðuna hjá vaksnum føroyingum
 
23.03.2015 - 08:39

Fólkaheilsuráðið ætlar at kanna heilsustøðuna hjá vaksnum føroyingum. Kanningin skal lýsa, hvussu fólk halda, at heilsa teirra er. Samstundis fæst neyvt at vita, hvussu fólk liva, tí spurt verður um royking, rúsdrekka, mat og rørslu.

Í spurnablaðnum eru spurningar, sum onnur lond hava brúkt, so til ber at Føroyar við grannalondini, sigur Fólkaheilsuráðið, sum hevur gjørt mál- og avrikssáttmála við Heilsumálaráðið fyri 2015.

Fólkaheilsuráðið hevur millum annað sett fær fyri í ár at fáa føroyingar at eta meira fisk og grønmeti, eisini á skipum, tí gott fryst grønmeti kann eisini brúkast.

Málið er at nærkast aftur gamla etingarmynstrinum í Føroyum, tá fiskur var høvuðsmáltíðin gerandisdagar og kjøt var sunnudagsdøgurðin, sigur Fólkaheilsuráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946