Nú er mest sum alt avgjørt

Nú er mest sum alt avgjørt
Kyndil fekk ein sera týdningarmiklan sigur á Neistanum í kvøld. Við sigrinum hevur Kyndil næstan spælt seg í FM-finaluna
 
19.03.2015 - 19:41

Alt bendir á, at tað verða havnaliðini, Neistin og Kyndil, sum skulu spæla FM-finalurnar í hondbólti.

Liðini møttust í kvøld, og skuldi veruligur spenningur framvegis verða um annað plássi, so skuldi Neistin vinna.

Men Kyndil var omaná, tær grønu vunnu 22-18, eftir at hálvleiksstøðan var 10-9 til Kyndil.

Tað sást eisini frá byrjan, at Kyndil var meira tendrað, tí eitt skiftið vóru tær á odda 7-0 í fyrra hálvleiki.

Við sigrinum er mest sum greitt, at tað verður Kyndil, sum skal spæla finaluna móti Neistanum. VÍF hevur ein teoretiskan møguleika, men hann er lítil.

 

Neistin - Kyndil 18-22 (9-10)

Toppskjútti Kyndil: Marianna Eystberg, 8

Toppskjúttar Neistin: Milicia Rankovic, 3. Eir Berg, 3. Marjun Danberg, 3.

 

Støðan:

1. Neistin 21 dystir 33 stig
2. Kyndil 21 dystir 32 stig
3. VÍF 20 dystir 26 stig
4. VB 20 dystir 25 stig
5. STÍF 21 dystir 18 stig
6. Stjørnan 19 dystir 8 stig
7. Søljan  20 dystir 0 stig

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946