Skal rinda 1,2 mó. kr. fyri svik í Eik Banka

Skal rinda 1,2 mó. kr. fyri svik í Eik Banka
Maðurin hevur játtað seg sekan, og hevur tikið við dóminum
 
13.03.2015 - 10:33

Ein maður, sum arbeiddi í Eik Banka, er dømdur fyri peningasvik og mandatsvik, heimildarsvik, fyri hálva aðru millión krónur móti bankanum.

Maðurin fekk tvey ára fongsulsrevsing í Føroya rætti. Men tað mesta av dóminum er tó treytað, tríggir mánaðir eru treytaleysir.

Harafturat skal maðurin rinda Eik eina millión og 250.000 kr. í endurgjaldi, og hann skal gera samfelagstænastu í 275 tímar.

Maðurin játtaði seg sekan, og hann tók við dóminum, sigur verji hansara, Christian Andreasen.   

Lógarbrotini, sum maðurin varð ákærdur fyri, vórðu framd í tíðarskeiðinum desember í 2010 til juli í 2012. 

Eik Banki meldaði mannin til løgregluna, og hann misti arbeiði sítt í bankanum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717