Strandfaraskipini sigla nú hvønn dag í árinum

Strandfaraskipini sigla nú hvønn dag í árinum
Ferðaætlan er gjørd fyri langa fríggjadag og páskadag
 
12.03.2015 - 11:51

Langa fríggjadag og páskadag ber til at sleppa tríggjar ferðir aftur og fram um Skopunarfjørð og tvær ferðir millum Krambatanga og Havnina.

Strandfaraskip landsins hava kunngjørt ferðaætlanina fyri langa fríggjadag og páskadag. Fyri fyrstu ferð verður í ár eisini siglt millum oyggjarnar hesar báðar halgidagarnar.

Sambært ferðaætlanini verða tveir túrar aftur og fram á Suðuroyarleiðini, tríggir á Nólsoyarleiðini og Sandoyarleiðini, tveir á Skúvoyarleiðini og Kalsoyarleiðini, og Ritan siglir eina ferð til Svínoyar og Fugloyar.

Á nøkrum leiðum er treytin fyri sigling tó tilkalling kvøldið fyri.  

Johan Dahl, landsstýrismaður, boðaði frá seint í september í fjør, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum, eisini langa fríggjadag, páskadag og jóladag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV