Eftirlýsir greining av Pisa-úrslitum

Eftirlýsir greining av Pisa-úrslitum
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at bara ein frágreiðing er latin myndugleikunum, og tað var eftir fyrstu Pisa-kanningina
 
12.03.2015 - 07:56

- Tað er beinleiðis óseriøst og skaðiligt fyri fólkaskúlan at skipa fyri eini Pisa-kanning fyri og aðrari eftir, uttan at ein djúptøkin greining verður gjørd av úrslitinum.

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið. 

Hann vísir á, at hóast fleiri PISA-kanningar hava verið gjørdar, er bara ein verulig frágreiðing latin myndugleikunum, og tað var eftir fyrstu kanningina. 

Frágreiðingar tódnaðar

Síðani eru frágreiðingarnar tódnaðar niður í nakrar fáar síður, og einki er sett í verk, sigur Herálvur Jacobsen. 

- Nú er so langt liðið, síðani seinasta úrslitið kom, og eg vænti ikki, at nakað fer at vera gjørt við tað heldur, sigur Herálvur Jacobsen.

Næsta PISA-kanningin verður frá 16. til 20. mars. Tá fara næmingar í 9. flokkunum kring landið fyri fjótðu ferð at til PISA-kanning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV