- Tíðindi, mentan og ítróttur
Et ikki ov nógvar D-vitaminir
Granskarar ávara nú fólk ímóti at eta ov nógvar D-vitaminir.
Tey flestu okkara vita, at D-vitanmintrot kann hava sjúku við sær og í ávísum førum eisini økja vandan fyri deyða.
- Okkara kanningar vísa, at eitt ovara mark er fyri D-vitaminum, og at fólk ikki ókritiskt skulu taka D-vitaminir, um eingin grund er til tað.
Hetta sigur Peter Schwartz, professari og yvirlækni á Institut for Klinisk Medicin við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.
Úrslitið av granskingini er almannakunngjørt í tíðarritinum, Journal of Endo-crin-ology and Metabolism, sum er heimsins fremsta innan sítt øki.
250.000 danir kannaðir
Granskarar hava kannað innihaldið av D-vitaminum í blóðinum hjá næstan 250.000 danskarum og síðani greinað, hví fólk í hesum sama bólki eru deyð.
- Hevur tú ov nógv D-vitamin í blóðinum, so veksur vandin tildømis fyri at fáa hjartatilburð ella blóðtøpp í hjartað.
Øvut er heldur ikki gott, um tú manglar D-vitamin. Best tykist vera, um innihaldið liggur millum 50 og 70 nanomol fyri hvønn litur av blóði, sigur professarin við Danmarks Radio.
Hesi seinastu árini hevur verið sera nógv tosað um D-vitaminir, og at sera mong okkara mangla D-vitaminir í kroppinum.
Spyr læknan
Peter Schwartz, professari og granskarar hansara vóna, at nýggju granskingarúrslitini kunnu fáa frísk fólk at hugsa seg um, áðrenn tey glaðbeint keypa sær D-vitaminir.
- Um tú etur sunt og hevur góða heilsu, so er eingin grund til at eta D-vitaminir. Ivast tú í, um tær tørvar D-vitaminir, so mæli eg til at tosa við læknan, sigur professarin.
Nýggju donsku granskingarúrslitini kunna lesast á press.endocrine.org