- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálasamráðingar draga út
Hóast sáttmálarnir millum manningarfeløgini og reiðarafelagið fóru úr gildi á nýggjárinum, hevur higartil bert eydnast at finna semju um ein part av krøvunum.
Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið hava gjørt nýggjar sáttmálar fyri sínar limir, sum eru við farmaskipunum.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum byrjaði at samráðast eitt sindur seinni enn hini feløgini, er í løtuni í samráðingum fyri sínar limir við farmaskipunum. Nær tær samráðingarnar eru lidnar, er ikki greitt enn, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Anfinnur Garðalíð.
Tá talan er um fiskiflotan, so er gongd í samráðingunum.
Oljan ikki við
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at avtalan við reiðarafelagið er, at nýggi sáttmálin skal galda frá 1. januar, og tí missa teirra limir einki, hóast samráðingarnar draga út.
Hann sigur, at fyri teirra viðkomandi er spurningurin um oljuna ikki við í samráðingunum, tí prísurin er lækkaður so mikið nógv, at hann er niðan fyri 4,70 kr. fyri liturin, sum er markið fyri, nær manningin skal verða við til at rinda fyri oljuna.
Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at tey higartil hava havt tríggjar fundur við reiðarafelagið, og tey hava ikki ásett nakra ávísa tíð, nær fundur verður aftur. men miðað verður eftir, at samráðingarnar eru lidnar 1. apríl.
Hóast oljuprísurin er lækkaður, so hevur Skipara- og Navogatørfelagið eitt krav um, at teira limir ikki skulu vera við til at rinda fyri oljuna, tað skal burturúr sáttmálanum, sigyur Anfinnur Garðalíð.
Semja funnin fyri helvtina
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum sigur, at samráðingarnar hava gingið hampiliga væl.
Fyri umleið helvtina av skipabólkunum er semja funnin, og samráðingarnar halda fram fyri hinar bólkarnar.
Maskinmeistarafelagið miðar eftir, at teirra samráðingar verða lidnar hálvan mars, tað vil siga í hesi vikuni, og samráðingar verða aftur mikudagin, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.