Nema vann kappingina um møblar til Taks

Nema vann kappingina um møblar til Taks
Innbúgvið hjá Taks kom í Keypsportalin eftir at funnist varð at Taks fyri ikki at brúka júst Keypsportalin, tá nýtt innbúgv skuldi keypast
 
09.03.2015 - 11:17

Nema vann kappingina um at selja Taks møblar til skrivstovuhølini á Skálatrøð. Tilboðið, sum Taks hevur tikið av, er 396.290 kr., upplýsir Keypsportalurin. 

Onnur, sum bjóðaðu, eru Vøruhúsið, Stokholm, Blika, Inventartænastan, Teldutænastan og Idé Møblar. 

Prísurin vektaði 60 prosent og góðska og snið 40 prosent.

Innbúgvið hjá Taks kom í Keypsportalin eftir at funnist varð at Taks fyri ikki at brúka júst Keypsportalin, tá nýtt innbúgv skuldi keypast.

Taks bað í staðin fyri fýra fyritøkur um tilboð. 

Hægsta tilboðið var 712.000 kr., og Taks tók av tí tilboðnum. Tað tilboðið átti Stokkholm. Lægsta tilboðið, sum Nema átti, var 265.000 kr. bíligari.  

Men hetta varð tó av ongum, tí innbúgvið varð boðið út av nýggjum, á Keypsportalinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV