- Tíðindi, mentan og ítróttur
120 mió. kr. í avlopi - 60 mió. í vinningsbýti
120 mió. kr. í avlopi - 60 mió. í vinningsbýti
F Holding eigur 70 prosent av Eik Banka og Fíggjarligt støðufesti 30 prosent
09.03.2015 - 09:56
TF Holding og Fíggjarligt støðufesti fáa 60 mió. kr. at býta, nú Eik Banki hevði 100 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør.
TF Holding eigur 70 prosent av Eik Banka og Fíggjarligt støðufesti 30 prosent.
Á aðalfundinum hjá Eik Banka kemur uppskot um at rinda 60 mió. kr. í vinningsbýti.
Útlánini hjá Eik Banka eru fimm milliardir krónur, og innlánini eru seks milliardir.
Eik Banki væntar minni avlop í ár enn í fjør.
Avlopið í fjør var góðar 120 mió. kr. fyri skatt, tað verður væntandi millum 50 og 80 mió. kr. í ár, tí kappingin millum peningastovnarnar er hørð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV