Johan Dahl: Í mesta lagi 90 mió. kr. fyri SEV

Johan Dahl: Í mesta lagi 90 mió. kr. fyri SEV
Kommunurnar kunnu í mesta lagi fáa 90 milliónir krónur fyri SEV, um landið skal taka við SEV, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
- Borgararnir hava longu goldið fyri SEV. Tí eigur ikki at verið goldið eina ferð afturat, um landið skal yvirtaka SEV, heldur landsstýrismaðurin
 
06.03.2015 - 10:14

Kommunurnar eiga bara endurgjald fyri upprunaliga innskotið í SEV. Við dagsins prísum er innskotið vert okkurt um 90 milliónir krónur.

Meira eiga kommunukassarnir sjálvandi ikki í SEV, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í drúgvari grein, hann hevur skrivað um SEV, kommunurnar og landið.

Semja áðrenn SEV kann skifta eigara

Johan Dahl vísir á serfrøðingarnar, sum siga, at landið kann bara taka við SEV, um semja fæst um tað millum kommunurnar og landið. Kommunurnar hava nevnt, at skal landið eiga SEV, skulu kommunurnar hava eina milliard krónur fyri SEV.

Men Johan Dahl sigur, at kommunukassarnir eiga ikki SEV. Tað gera tey, sum hava goldið el-rokningina tey 65 árini, SEV hevur verið til.

Landsstýrismaðurin nevnir eisini, at kommunurnar veðhalda ikki longur fyri SEV. Hetta ber í sær, at rentubyrðan økist, og hana gjalda kundarnir hjá SEV. Um landið átti SEV, fekk SEV nógv bíligari lán, sigur Johan Dahl. Johan Dahl finst eisini at SEV í grein sínari.

Johan Dahl: SEV var eitt »lukkað kongaríki«

Johan Dahl sigur, at ein orsøkin til spurningin um at flyta landinum SEV var, at SEV var eitt »lukkað kongaríki,« sum hann skrivar. Tað tyktist sum eingin framdrift var.

Sjálvt Tórshavnar kommuna hevði trupult við at fáa innlit í virksemið hjá SEV, og upp aftur verri var at fáa ávirkan á leiðsluna í SEV. SEV stýrdi afturhaldsliga, men landið vildi hava eina framsókna útbygging av varandi og grønum orkukeldum.

Nú hava SEV og kommunurnar tikið til sín hugsanirnar hjá landinum og torað at satsa uppá varandi orkukeldur. Men tað tók langa tíð. Ov langa tíð, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV