- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðlastuðul fer ikki at stimbra íverksetan
Tað er eitt hoyringarsvarið, sum Mentamálaráðið fekk um nýggju lógina um landskassastuðulin til privatu fjølmiðlarnar.
Millum nógvu uppskotini, sum løgtingsfólk fáa fríggjadagin, er ein heilt nýggj lóg úr Mentamálaráðnum. Sambært henni kunnu privatu fjølmiðlarnir, sum fáast við tíðindaflutning, søkja um stuðul úr landskassanum.
Nevnd ger av, hvør fær stuðul
Sambært uppskotinum kann hvør miðil fáa í mesta lagi 200.000 kr. til blaðútbering, 150.000 kr. til sendinet og 500.000 kr. til redaksjónina. Eitt blað kann til dømis fáa í mesta 700.000 kr. úr landskassanum. Ein fjølmiðil, sum hevur bæði blað og útvarp, kann fáa 850.000 kr.
Fyrsti stuðulin verður latin sambært teimum útreiðslum, sum umsøkjarar høvdu í fjør. Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin í mentamálum seta eina Miðlastuðulsnevnd at gera tilmæli um, hvør skal fáa stuðul.
Í nevndini vera trý fólk, Felagið Føroysk Miðlafólk tilnevnir tvey og Fróðskaparsetrið eitt. Í fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar. Sambært Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, er onkur tillaging gjørd í uppskotinum.
Ávísar treytir lúkast
Sambært uppskotinum verður stuðul latin tíðindamiðlum, sum í stóran mun hava kritiskan journalistikk, kunna um aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og viðgera viðkomandi útlendsk ella altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni.
Meginendamálið við at veita redaksjónsstuðul er at tryggja, at tilfar, sum verður givið út ella almannakunngjørt, er redaktionelt viðgjørt og eftirkannað. Harumframt er endamálið at birta upp undir eina álítandi tíðindamentan, sum ger, at fólk við vissu kunnu lesa, síggja og hoyra tíðindi við trúvirði.
Nakrar síður við øðrum treytum fyri at fáa stuðul eru í viðmerkingunum í lógaruppskotinum. Treytirnar eru so neyvar og umfatandi í lógaruppskotinum, at ikki er vist, at neyðugt verður at gera kunngerðir afturat lógini.