Virðisbrævamarknaðurin: 11 mió. kr. at býta

Virðisbrævamarknaðurin: 11 mió. kr. at býta
Nú felagið verður tikið av, fær Fíggjarmálaráðið átta milliónir kr.
 
04.03.2015 - 12:00

10,8 milliónir krónur vóru at býta millum teirra, sum áttu P/f Virðisbrævamarknað Føroya. 

Síðst í mai í fjør avgjørdi aðalfundurin at avtaka felagið, at lata tað fara í sjálvbodna solventa likvidatión.

Orsøkin til avgerðina var rakstrarhall, vantandi undirtøka frá børsskrásettu fyritøkunum og tann veruleiki, at føroysk partafeløg bóðu um at verða strikað í íslendska keypsskálanum. 

Øll tóku undir

Øll, sum vóru á aðalfundinum í fjør, tóku undir við uppskotinum hjá nevndini um at avtaka felagið.

Virðisbrævamarknaðurin varð stovnaður tann 7.november í 2000 fyri at skapa virði fyri føroysku fyritøkurnar, sum vóru skrásettar í keypsskálum, og fyri at byggja íleggjaraumhvørvi í Føroyum. Eginognin hjá P/f Virðisbrævamarknaðinum var 11,4 mió. kr. tann 31.desember í 2013. 

Hallið í 2014 var 275.000 kr., og tað kostaði 315.000 kr. til advokat og grannskoðara at avtaka felagið. Eftir vóru 10,8 milliónir at býta millum teir 12 partaeigarnar. Fíggjarmálaráðið fekk átta milliónir krónur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV