Privatir fjølmiðlar fáa nú stuðul úr landskassanum

Privatir fjølmiðlar fáa nú stuðul úr landskassanum
Uppskotið verður lagt fram fríggjadagin, og stuðul verður latin til blaðútbering, sendinet og redaksjón
 
04.03.2015 - 14:45

Millum nógvu uppskotini, sum løgtingsfólk fáa fríggjadagin, er ein heilt nýggj lóg úr Mentamálaráðnum. Sambært henni kunnu privatu fjølmiðlarnir, sum fáast við tíðindaflutning, søkja um stuðul úr landskassanum.

Sambært uppskotinum kann hvør miðil fáa í mesta lagi 200.000 krónur til blaðútbering, 150.000 krónur til sendinet og 500.000 krónur til redaksjónina.

Eitt blað kann til dømis fáa í mesta 700.000 kr. úr landskassanum. Ein fjølmiðil, sum hevur bæði blað og útvarp, kann fáa 850.000 kr. Fyrsti stuðulin verður latin sambært teimum útreiðslum, sum umsøkjarar høvdu í fjør.

Miðlastuðulsnevnd

Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin í mentamálum seta eina Miðlastuðulsnevnd at gera tilmæli um, hvør skal fáa stuðul. Í nevndini vera trý fólk, Felagið Føroysk Miðlafólk tilnevnir tvey og Fróðskaparsetrið eitt.

Í fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin.  Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar. Sambært Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, er onkur tillaging gjørd í uppskotinum.

Sambært uppskotinum verður stuðul latin tíðindamiðlum, sum í stóran mun hava kritiskan journalistikk, kunna um aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og viðgera viðkomandi útlendsk ella altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. 

Tryggja tilfarið

Meginendamálið við at veita redaksjónsstuðul er at tryggja, at tilfar, sum verður givið út ella almannakunngjørt, er redaktionelt viðgjørt og eftirkannað. 

Harumframt er endamálið at birta upp undir eina álítandi tíðindamentan, sum ger, at fólk við vissu kunnu lesa, síggja og hoyra tíðindi við trúvirði. 

Nakrar síður við øðrum treytum fyri at fáa stuðul eru í viðmerkingunum í lógaruppskotinum.  Treytirnar eru so neyvar og umfatandi í lógaruppskotinum, at ikki er vist, at neyðugt verður at gera kunngerðir afturat lógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737