Herálvur stillar uppaftur

Herálvur stillar uppaftur
Enn er ógreitt, um nakar stillar upp ímóti formanninum í Lærarafelagnum
 
02.03.2015 - 08:51

Herálvur Jacobsen stillar upp aftur, tá formansval verður í Føroya Lærarafelag tann 18. apríl. 

Herálvur Jacobsen hevur verið formaður í Lærarafrelagnum síðani tann 14. september í 2010, og ætlar sær eitt skeið aftrat sum formaður. 

Enn er ikki greitt, um nakar stillar upp móti sitandi formanni. Freistin at boða frá uppstilling er tann 4. apríl. 

Formaðurin er valdur fyri tvey ár. 

Tveir nevndarlimir standa eisini fyri val. Tey eru Maria V. Hansen og Jákup av Skarði. 

Aðalfundur verður í  Føroya Lærarafelag leygardagin tann 18. apríl í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV