Farmaskipini og Sjómannadeildin nýggjan sáttmála

Farmaskipini og Sjómannadeildin nýggjan sáttmála
Lønarhækkingin er tann sama sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar á privata arbeiðsmarknaðinum
 
02.03.2015 - 15:18

Reiðarafelagið fyri farmaskip og Sjómannadeildin hjá Fiskimannafelagnum hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála. 

Lønin hækkar 1,98 prosent 1. mars í ár og 2,25 prosent 1. mars næsta ár. 

Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur.

Partarnir skrivaðu eisini undir avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV