Fáa ikki rokning frá Samhaldsfasta

Fáa ikki rokning frá Samhaldsfasta
KT-skipanin hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verður løgd um, og til umleggingin er liðug, verður eingin renta løgd omaná
 
02.03.2015 - 08:12

Rokningar fyri Arbeiðsmarknaðargjaldið verða ikki sendar arbeiðsgevarum fyri januar og februar fyribils. 

Orsøkin er KT-umlegging av roknskaparskipanini hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, boðar TAKS frá. 

Tá KT-umleggingin er liðug, verða rokningarnar sendar arbeiðsgevarunum, og tá verða eisini tey Arbeiðsmarknaðargjøld, ið eru fráboðað til Gjaldsskipanina, tikin burturav. 

Seinkaðu rokningarnar verða ikki renturoknaðar, so leingi KT-umleggingin varir.

Arbeiðsgevarar hava møguleika at avgreiða AM-gjaldið í Vinnuglugganum. Í Vinnuglugganum sæst bæði hvussu nógv skal rindast, eins og gjaldið kann avgreiðast har, upplýsir TAKS. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV