Edmund gróðursetti fyrsta træið

Edmund gróðursetti fyrsta træið
Tilsamans skulu 70.000 trø setast niður í Náttúrulundini við Streymin
Edmund Joensen fekk eisini heiðurin at seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini, sum skal drena økið
Mynd: Náttúrulundin við Streymin  
 
02.03.2015 - 13:35

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum hevur tikið stig til Náttúrulundina við Streymin, gróðursetti fyrsta træið leygardagin, tá skipað varð fyri hátíðarhaldi norðan fyri brúnna um Streymin, streymoyarmegin. 

Tilsamans skulu 70.000 trø setast niður. Fimm trø  vórðu gróðursett leygardagin. Tey eru ymisk og koma ymsa staðni frá í heiminum, men felags fyri tey er, at øll trívast í føroyska veðurlagnum. Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, hevur valt trøini. 

Edmund Joensen fekk eisini heiðurin at seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini, sum skal drena økið. 

Danski grunnurin, Aage V. Jensen Charity Foundation, hevur játtað tilsamans 10 milliónir kr. til verkætlanina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV