Besta jørðin kann fara til almenn endamál

Besta jørðin kann fara til almenn endamál
Brandur Sandoy, løgtingsmaður, sigur, at lógarbroytingin í fjør var sera illa umhugsað
 
02.03.2015 - 14:32

Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um hann ætlar at broyta ella strika grein 7 a í lógini um landsjørð. 

Henda greinin kom í lógina í fjør, og hon heimilar at taka nýtslurættin frá festara, um ein kommuna vil leiga lendið til almannagagnligt endamál. Lógarbroytingin varð gjørd, tí lendi skuldi útvegast til golfvøll á Glyvurnesi.

Brandur Sandoy sigur, at hetta var sera óumhugsað lógarbroyting, sum kann hava við sær, at  øll tann besta búnaðarjørðin verður leigað út til almannagagnligt endamál, hendur enn landbúnað. 

Noyðast sjálvir at veðhalda

Brandur Sandoy spyr eisini landsstýrismannin, um hann ætlar at broyta skipanina, har festibøndur, sum leiga almenna jørð, verða noyddir at veðhalda persónliga, skulu teir hava fígging úr Búnaðargrunninum. Hann vísir á, at kjakið um at einskilja jørðina vísti, at tingið er ikki sinnað at selja almennu jørðina. 

- Bøndur hava sera stórar avbjóðingar, og samstundis tykist allar vinnuligur landbúnaður at vera á einum vegamóti. Av tí at talan er um landsjørð, sum bøndur hava í festi, virðisøkja teir ognirnar hjá landinum, samstundis sum teir noyðast at veðhalda persónliga fyri at sleppa at gera neyðugur íløgur fyri at fáa nøktandi rakstur, sigur Brandur Sandoy í viðmerkingunum til fyrispurninginum.

Løgtingið fer á fundi fríggjadagin at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049