Kvinnur: Skiftisárini vara 10 ár, vísur gransking

Kvinnur: Skiftisárini vara 10 ár, vísur gransking
Hitabylgjur og onnur eyðkenni fyri skiftisárini longur, enn granskarar higartil hava hildið, skrivar MedPage Today
 
28.02.2015 - 16:00

Nú skal tað snúgva seg um skiftisár hjá kvinnum.

Fyri nakrar kvinnur vara óhugaligu eyðtekini um skiftisárini í meira enn 10 ár. Tað vísur nýggj gransking, sambært tíðarritinum MedPage Today.

Sostatt vara hitabylgjur og onnur eyðkenni fyri skiftisárini longur, enn granskarar higartil hava hildið, skrivar MedPage Today.

Etniskur uppruni avgerðandi

Granskarar hava í 13 ár kannað, hvussu leingi 3.300 kvinnur høvdu eyðkenni fyri skiftsárini, og tað vísir seg, at stórur munur er á, hvussu leingi skiftisárini vara, - alt eftir etniska upprunanum hjá kvinnunum.

Afro-amerikanskar kvinnur hava longstu skiftisárini, - í miðal 10,1, meðan japanskar kvinnur eru í skiftisárum í 4,8 ár í miðal. Fyri allar kvinnur, - sama hvør etniski upprunin er, vara skiftisárini í miðal 7,4 ár. 

Og kvinnur, sum roykja og eru hyldligar fáa truplari skiftisár. Fyrr hevur gransking víst á, at eyðkenni fyri skiftisárini ikki vara longur enn eini tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856