Málið roynast í rættinum eina ferð afturat

Málið roynast í rættinum eina ferð afturat
Eystari landsrættur skal nú taka støðu til stóru rokningina, Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá dømdum manni
Stóra rokningin, sum Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá einum dømdum manni, skal roynast eina ferð afturat í rættinum. Nú í Eystara landsrætti
 
26.02.2015 - 10:36

Stóra rokningin, sum Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá einum dømdum manni, skal roynast eina ferð afturat í rættinum. Tað verður í Eystara landsrætti fríggjadagin í næstu viku.

Fyri einum góðum ári síðani dømdi Føroya rættur Heilsumálaráðið at rinda góðar átta milliónir krónur umframt rentu fyri viðgerðina, og 400.000 krónur í sakarmálskostnaði.

SÍ EISINI Heilsumálaráðið kærir dóm um sálarliga viðgerð

Heilsumálaráðið skeyt dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming ella, í øðrum lagi, at skula rinda minni enn Region Hovedstaden krevur.

Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum útlendskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík.

Hevði fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá maðurin varð tikin, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí, segði Føroya rættur, eiga føroyskir myndugleikar at gjalda fyri viðgerðina, sum var í Danmark.

Føroya rættur segði, at føroyskir myndugleikar sendu ikki sjómannin til viðgerðar í Danmark. Men av tí at Region Hovedstaden vendi sær til Heilsumálaráðið longu fyrst í oktober í 2007, visti Heilsumálaráðið um støðuna og kundi tí tikið dømda mannin til Føroya til viðgerðar.

Heilsumálaráðið heldur uppá, at politi, dómsvald og kriminalforsorg í Føroyum eru donsk málsøki. Tað vóru hesir donsku stovnar í Føroyum, sum gjørdu av, at sjómaðurin skuldi í viðgerð. Tí er tað skeivt at senda rokningina til føroysku myndugleikarnar, sigur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV