- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein um CTD í altjóða tíðarriti
Nýggj grein um CTD er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum JIMD Reports.
Millum høvundarnar er Jan Rasmussen, lækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni.
Í greinini verður greitt frá, hvussu karnitin virðini falla í vødda, blóði og landi hjá sjúklingum við ringum slagi av CTD, tá dagliga karnitin ískoyti verður steðgað.
Umráðandi at taka heilivágin
Kanningin vísti, at fría karnitinið í blóði fellur niður í helvt longu 5-9 tímar aftaná seinastu inntøku av karnitintablettum. Tískil er umráðandi hjá sjúklingunum at taka karnitin regluliga í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin.
Eisini varð staðfest, at innihaldið av karnitini í vøddunum er sera lítið hjá sjúklingunum, hóast teir taka stórar nøgdir av karnitini dagliga.
Kanningin varð gjørd á Landssjúkrahúsinum, og onnur úrslit frá kanningunum verða almannakunngjørd í komandi greinum.