- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neytamjólk kann gera fólk tjúkk
Pinkubørn eiga ikki at fáa neytamjólk, fyrr enn tey eru meira enn ársgomul.
Soleiðis ljóða nýggju kostráðini frá danska Heilsustýrinum, sum eru grundað í skjalfestari vitan um, hvønn kost pinkubørn og smábørn eiga at fáa fyri at vaksa, sum tey eiga.
Ráðini eru, at pinkubørn alt tað fyrsta árið bara fáa móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk. Grundin er, at neytamjólk hevur tríggjar ferðir so nógv protein í sær, sammett við móðurmjólk, og ov lítið av jarni. Heilsustýrið sigur, at prógv eru fyri, at ov nógv protein tað fyrsta árið hevur týdning fyri, um fólk verða ov tjúkk seinni í lívinum.
Ikki eta tunfisk
Onnur nýggj kostráð eru eisini fyri tey minstu. M.a. verður mælt frá, at børn undir trý ár fáa tunfisk, tí vandi er fyri, at tey fáa ov nógv kyksilvur, og at tað kann ávirka menningina av heilanum skeiva vegin. Og so eru eisini onnur ráð um, at pinkubørn kunnu fáa kost við gluten, áðrenn tey eru hálvt ára gomul.
Nýggju kostráðini til pinkubørn og smábørn kunnu lesast á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum á www.sundhedsstyrelsen.dk