Karsten setur hakan í seinnapartin

Karsten setur hakan í seinnapartin
Nýggi bygningurin við Landssjúkrahúsið skal verða liðugur í 2019. Har vera m.a. psykiatriskur depil og burðarstovur
 
23.02.2015 - 07:59

Seinnapartin í dag klokkan trý fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. 

Bygt verður niðan fyri grøna bygningin, oman móti sjónum.  

Verkætlanin umfatar millum annað nýggjan Psykiatriskan depil, seingjardeildir, burðarstovur og høli til endurvenjing.

Liðugur í 2019

Tá nýggi bygningurin er liðugur, ætlandi í februar í 2019,  er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum oman fyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. 

Løgtingið hevur játtað 489,3 mió. kr. til at útbyggja Landssjúkrahúsið árini 2009 til 2019. Til H-bygningin, sum nú verður farið undir, er játtanin 248 mió. kr. Tá er ikki lagt upp fyri prísvøkstri. Prísvøksturin skal játtast, tá arbeiðstakarin er kendur.

Byggingin verður boðin út á sumri 2016.  H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður 11.000 fermetrar á fýra hæddum.

Í dag, 23.februar, eru 92 ár, síðani Landssjúkrahúsið varð stovnað.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV