Hartar Russland í Ukrainamálium

Hartar Russland í Ukrainamálium
Amerikanarar hvessa nú aftur av álvara tónalagið mótvegis russum fyri tí, sum hendir í Ukraina, skrivar BBC
Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, hartar Russlad í Ukrainamálinum
Mynd: Savnsmynd  
 
22.02.2015 - 13:07

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry hótti í dag við at herða um revsitiltøkini móti Russlandi, og hann segði, at tað, sum fer fram í Ukraina, ikki kann góðtakast. 
- Russland heldur fram at taka land í Ukraina, segði John Kerry, sum var á vitjan í London hjá bretska uttanríkisráðharranum, Philip Hammond. Hetta skrivar BBC.


Hendan støðan íkemur, samstundis sum tað skal eita seg, at partarnir royna at halda seg til friðaravtluna, sum júst er gjørd. Russisku átøkini "kunnu rætt og slætt ikki góðtakast, so vit tosa um fleiri revsitiltøk", segði John Kerry seinnapartin.

Russland tvíheldur hinvegin um, at landið ikki veitir útbúnað og herfólk til pro-russisku herdeildirnar, sum berjast móti stjórnarherinum í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946