Grunnurin Williamshús settur á stovn

Grunnurin Williamshús settur á stovn
Gjár var hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen á Varðagøtu 43 í Havn, í sambandi við, at grunnurin Williamshús er settur á stovn
Grunnurin Williamshús settur á stovn
Mynd: Savnsmynd  
 
22.02.2015 - 13:14

Listaportalurin skrivar, at endamálið hjá grunninum er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. 

Húsið verður bæði savn og listafólkabústaður eins og tað hevur verið í mong ár. 

Listaportalurin skrivar, at nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond og í samsvari við altjóða museumslógina. 

Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV