Samanborið við Danmark: 43 serlæknar afturat

Samanborið við Danmark: 43 serlæknar afturat
Skuldu sjúkrahúsini í Føroyum verið á sama stigi sum í Danmark, áttu 43 serlæknastørv afturat at verðið normerað, skipað, í Føroyum
Skuldu sjúkrahúsini í Føroyum verið á sama stigi sum í Danmark, áttu 43 serlæknastørv afturat at verðið normerað, skipað, í Føroyum
 
19.02.2015 - 10:45

Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru 40 serlæknastørv, fýra teirra eru ikki sett. Í 14 størvum eru fólk, sum eru eldri enn 60 ár. Hesi tøl hevur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fingið frá Serlæknafelagnum.

Felagið brúkar eina frágreiðing hjá danska Heilsustýrinum um útboðið av læknum og serlæknum frá 2012 til 2035, tá felagið sigur, at samanborið við Danmark skuldu 43 serlæknastørv afturat verið í Føroyum.

Í tíggju av 30 serlæknaøkjum er einki serlæknastarv normerað í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946