Stjórin vísir atfinningum aftur

Stjórin vísir atfinningum aftur
Stjórin í Vága floghavn, Jákup Sverri Kass, vísir aftur, at brunatrygdin ikki er í lagi hóast Brunaeftirlitið ikki hevur góðkent nýggju farstøðina
Stjórin í Vága floghavn vísir aftur, at brunatrygdin í nýggju farstøðini ikki er í lagi, í tíðindaskrivi
 
17.02.2015 - 09:15

- Brunatrygdin á farstøðini í Vága floghavn er í lagi, og tað hava vit skjalprógv fyri, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum, í tíðindaskrivi, ið varð sent út seinnapartin mánadagin.

Orsøkin, til at farstøðin ikki er brunagóðkend, er, at Vága floghavn tykist vera endað í eini umsitingarligari fløkju hjá Brunaeftirlitinum, ið hevur sátt iva um brunatrygdina í nýggju farstøðini, sigur Jákup Sverri Kass.

- Sørvágs kommuna, ið er myndugleiki á økinum, hevur givið Vága floghavn loyvi at nýta bygningin (farstøðina, red.) sambært góðkenningum frá egnum ráðgeva og óheftum ráðgevum, sigur stjórin á flogvøllinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV