- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávara ímóti at útveita almennar uppgávur
Feløgini í Samtaki ávara ímóti at útveita almennar uppgávur. Heldur eiga lands- og kommununalir myndugleikar at taka royndirnar uttanlands at útveita uppgávur í álvara, og ikki gera somu mistøk, sum grannlondini hava gjørt.
Í londunum uttan um okkara er prógvað, at heimahjálp, vasking og ansing verða bíligari og betri á almennum hondum, enn tær eru, tá tær verða bodnar út.
- Tað er ikki til stuttleika, at privat bjóða seg fram at gera almennar vælferðartænastur - tað er fyri at forvinna pening. Júst hetta ger, at tænastan, sum er boðin út, verður annaðhvørt dýrari, ella at starvsfólk koma undir trýst at arbeiða fyri minni løn, enn sáttmálin ásetir, siga feløgini í Samtaki.