- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víðkaða heimild til tannrøktarar
Sum er hava tannrøktarar í Føroyum ikki heimild at útskriva reseptheilivág, men noyðast at biðja ein tannlækna at útskriva heilivágin fyri seg.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur biðið løgtingið um heimild til í kunngerð at loyva tannrøktarum at útskriva reseptheilivág.
Tannrøktarar hava útbúgving og góðkenning at kanna tenninar á fólki og at gera smærri viðgerðir. Tannrøktarar kunnu starvast á tannlæknastovu, men vanligt er eisini, at teir arbeiða sjálvstøðugt.
Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá tannrøktarum í Føroyum at fáa sama rætt at útflýggja reseptheilivág sum starvsfelagarnir í Danmark, og tá Heilsuskipanin var til hoyringar gav landsstýrismaðurin lyfti um, at hann fór at arbeiða fyri at broyta lógina.