- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tollmálið í rættin
Føroya rættur fer nú at viðgera sakarmálið, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur reist móti Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, leiðara á Aktuelt-deildini í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, blaðstjóra á Dimmalætting, í tollmálinum.
Sveinur Tróndarson var redaksjónsleiðari á Portalinum, tá skrivað varð um tollmálið. Tey eru øll ákærd fyri ærumeiðing eftir grein 267 í revsilógini í sambandi við sjónvarpssendingar og innsløg í Degi og Viku í sjónvarpinum og greinar á Portalinum um tollmálið.
SÍ EISINI Tollmálið: Nú stevnir Jørgen fyri ærumeiðing
Christian Andreasen, advokatur, er sakførari hjá Jørgeni Niclasen. Hann krevur eisini, at tey saksøktu verða dømd at rinda saksøkjaranum 50.000 kr. at kunngera dómin, umframt sakarmálskostnaðin.
Brandur Ellingsgaard, advokatur, er sakførari hjá kringvarpsfólkunum, og Bjørn á Heygum er sakførari hjá Sveini Tróndarsyni. Teir krevja báðir frídøming. Fyrsti rættarfundurin verður í morgin, og tríggir dagar eru settir av til viðgerðina.