Skaðin mettur til 1,7 milliónir

Skaðin mettur til 1,7 milliónir
Fyribilsmeting yvir skaðan, sum Handilsskúlin á Kambsdali fekk fyri skjótt trimum vikum síðan, er um 1,7 milliónir krónur
1,7 millión. Tað er skaðin í Handilsskúlanum á Kambsdali (á myndini) mettur til, tá ein á leyp í januar og elvdi til vatnskaða í skúlanum
Mynd: KvF  
 
12.02.2015 - 09:34

Tað var 23. januar, at kjallarin í handilsskúlanum á Kambsdali stóð undir í vatni, tí ein á var lopin og rann inn í skúlan. Hjalmar Hansen, skúlastjóri, sigur, at 1,7 millión er leyslig meting.

Eitt nú skal streymurin leggjast av nýggjum, motorar og stýrisskipanin til útsúgvingina skulu skiftast, og motorur og annað til lyftina skal eisini skiftast.

SÍ EISINI Handilsskúlin á Kambsdali stóran vatnskaða

Enn vantar ein meting av, hvat skal gerast við eitt nú teldur og servarar, sum stóðu í kjallaranum. Tí er metingin ikki endalig.

Tryggingin kannar í løtuni skaðan, og tá hon er liðug við arbeiðið, ber til at fáa endaliga upphædd fyri, hvussu stórur skaðin er, sigur Hjalmar Hansen, skúlastjóri á handilsskúlanum á Kambsdali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV