- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíðar eftir lógarheimild til bilplássið
Vága Floghavn fær ikki tikið myndir av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið við flogvøllin, fyrr enn løgtingið hevur samtykt lógina, sum gevur heimildina. Vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskotið, sum tó ikki enn er komið í tingið.
Lógin verður sera stutt, hon fer bara at siga, at P/F Vága Floghavn hevur rætt uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um brúkarar og ánarar av akførum við tí endamáli, at krevja inngjald fyri nýtslu av parkeringarøkinum hjá P/F Vága Floghavn.
Uppskotið er til hoyringar í løtuni. Dátueftirlitið gjørdi vart við, at Vága Floghavn ikki uttan nakra lógarheimild kann skráseta bilar, sum brúka bilplássið við flogvøllin.
Dátueftirlitið: Floghavnin skal hava lógarheimild
Dátueftirlitið sigur, at sambært persónsupplýsingarlógini skal P/F Vága Floghavn hava lógarheimild fyri at seta nýggju parkeringarskipanina í gildi, tí upplýsingar í henni verða samankoyrdar við upplýsingar hjá Akstovuni.
Er eingin lógarheimild, skal hvør einstakur bileigari geva loyvi til at brúka mynd av nummarplátuni, tá pengar skulu krevjast fyri at hava bilin standandi við flogvøllin. Vága Floghavn hevur gjørt eina skipan sum ta undirsjóvartunlarnir hava.
Myndir verða tiknar av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið. Vága Floghavn fær síðani at vita frá Akstovuni, hvør eigur bilin, og so verður rokning send. Men skipanin er ikki brúkt enn, tí lógarheimildin er ikki komin.