- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið enn áhugað at hoyra frá vitnum
Politiið enn áhugað at hoyra frá vitnum
Politiið er enn áhugað at hoyra frá vitnum, sum møguliga vita okkurt, ella hava sæð okkurt, til innbrot í Bónus
10.02.2015 - 14:18
í tíðarbilinum frá leygarkvøldinum, umleið kl. 23:30 til mánamorgunin kl. 08:00 varð innbrot framt í Bónus við Norðskála. Brotsmenninir fóru inn gjøgnum bakdyrnar sunnanfyri bygningin.
Tað eydnaðist tjóvunum at taka nógvan pening og heilt nógvar sigarettir.
Politiið hevur onga beinleiðis ábending um, hvør hevur framt innbrotið, men løgreglan hevur fleiri slóðir at elta.
Hevur tú hoyrt ella sæð okkurt har á leið, ella veit okkurt hesum viðvíkjandi, vinarliga boðað politinum frá á telefon 351448.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV