VÍF og Neistin í steypafinaluni

VÍF og Neistin í steypafinaluni
Neistin vann við tveimum málum á H71, og VÍF smurdi Kyndil av í seinnu hálvfinaluni
 
28.01.2015 - 21:28

Tað verða VÍF og Neistin, sum skulu spæla steypafinaluna hjá monnum. Neistin vann 20-18 á H71 í Høllini í Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 10-9 til Neistan.

Í Vestmanna var eingin ivi. Fyrri hálvleikur var javnur, 15-14 til VÍF, men í seinna hálvleiki var VÍF greitt omaná. VÍF vann við níggju málum, 32-23.

Sostatt verða tað VÍF og Neistin sum møtast í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi tann 7. februar

VÍF - Kyndil 32-23 (15-14)

Toppskjútti hjá VÍF: Filip Jojic, 7

Toppskjútti hjá Kyndil: David Edvardsen, 6

H71 - Neistin 18-20 (9-10)

Í morgin eru seinnu hálvfinalurnar í kvinnukappingini á skránni. Í Vestmanna spæla VÍF og Neistin. Dysturin byrjar klokkan 19:30.

Í Vági spæla VB og Kyndil. Dysturin byrjar klokkan 20:00. Útvarpið fer at siga beinleiðis frá dystinum millum VÍF og Neistan. Fylgt verður eisini við dystinum í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450