VB og Kyndil spæla fríggjakvøldið

VB og Kyndil spæla fríggjakvøldið
Kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur flutt seinnu hálvfinaluna millum VB og Kyndil til fríggjakvøldið
 
26.01.2015 - 23:25

Kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya hevur í kvøld boðað frá, at dysturin millum VB og Kyndil verður fluttur.

Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi spælast mikukvøldið klokkan 20.00, men tað verður av ongum.

Dysturin er nú settur til at skula spælast fríggjakvøldið klokkan 18.00

Grundgevingin:

Kappingarnevnidin sigur soleiðis um avgerðina at flyta dystin:

Kappingarnevdin hevur avgjørt, at flyta Coca-Cola dystin VB – Kyndil til fríggjadagin 30. januar kl. 18.00.  

Í avgerðini er dentur lagdur á, at ferðasambandi er betri fríggjadagin og at Kyndil sleppur undan at liggja nátt í Vági.

Somuleiðis hevur VB frívikuskifti og harvið ávirkar hetta ikki landskappingarskránna hjá VB.


Øll frágreiðingin kann lesast her


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450