Marine Harvest í Kili

Marine Harvest í Kili
Tað er dótturfelagið hjá norska alifelagnum, Marine Harvest, í Kili, sum hevur lagt saman við kilska felagnum, Aqua Chile
 
25.01.2015 - 14:58

Feløgini fara í framtíðini at samstarva um aling í Norður- og Suðuramerika, men ikki í Kanada. Tey fara at ala 250.000 tons av laksi um árið, umframt nakað av øðrum fiskasløgum.

Samstundis almannakunngjørdi Marine Harvest, at gongdin hjá felagnum versnaði frá fjør samanborið við árið fyri.

Úrslitið av rakstrinum seinasta fjórðingsár í 2013 var eina milliard og 34 milliónir kr., men í fjør var úrslitið 990 milliónir kr. Marine Harvest seldi 109.000 tons av laksi seinasta fjórðingsár í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151