- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her eru hálvfinaluliðini
Hálvfinalurnar eru næstan avgjørdar. Hjá monnum manglar ein dystur millum Neistan og H71 2. Hann verður spældur í annaðkvøld kl 19.30 í høllini á hálsi í Havn.
Hesi møtast í hálvfinaluni
Menn : VÍF møtir Kyndli - H71 møtir Neistanum ella H71 2
Kvinnur: VB møtir Kyndli - VÍF møtir Neistanum
Menn
Bólkur 1
VíF tók í kvøld oddasessin og fekk fult stigatal í bólkaspælinum. Tó er so ikki avgjørt hvør kemur víðari sum nummar 2. Neistin og H71 2 spæla ikki fyrr enn í morgin.
Men tapið hjá KÍF ger at KÍF er avskrivað, og tað antin verður Neistin ella H71 2 sum verður nummar 2 í bólkinum.
Úrslit í kvøld
VÍF - KíF : 23-22 hálvleiksstøðan var 8-11
Stigatalva bólkur A
VÍF : 6 stig
Neistin : 2 stig
KÍF : 2 stig
H71 2 : 0 stig
Bólkur 2
H71 vann B bólkin hóast tap fyri Team Klaksvík sunnudagin. Sigurin hjá H71 á Kyndli í dag ger at H71 vinnur bólkin við betri málmuni. H71 hevði frammanundan dystinum ein málmun á tvey mál og endaði nú við einum málmuni við fýra málum.
Kyndil bleiv nummar tvey í bólkinum hóast tap í dag. Hetta kemst av tí at Team Klaksvík tapti fyri STÍF, sum einki stig hevði frammanunda og tískil longu var avskrivað.
Úrslitini í dag
Kyndil - H71 : 18-20 hálvleiksstøðan var 10-13
STÍF - Team Klaksvík 35-24 hálvleiksstøðan var 18-11
Stigatalva bólkur B
H71 4 stig
Kyndil 4 stig
STÍF 2 stig
Team Klaksvík 2 stig
Kyndil vann steypafinaluna í fjør móti KÍF. Dysturin endaði 20-22. Vit kunnu nú staðfesta at talan verður ikki um eina endurtøku av finaluni í fjør, tí KÍF kom ikki víðari úr bólkaspælinum.
Kvinnur
VB og Neistin fingu bæði trý stig, men VB vinnur bólkin tí at tær hava ein betri málmun enn Neistin. Í hesum bólkinum vóru bert trý lið, so talan var bert um tveir dystur hvør.
Úrslitið í dag
STÍF - Neistin : 16-23 (9-10)
Stigatalvan í bólki A
VB : 3 stig
Neistin : 3 stig
STÍF : 0 stig
VÍF vann B bólkin við fullari úrtøku. Kyndil bleiv nummar tvey í bólkinum.
Úrslit í dag
Kyndil - Søljan : 0-0 Søljan møtti ikki til dystin, tískil vann Kyndil uttan dyst.
Stigatalvan í bólki B
VÍF : 6 stig
Kyndil : 4 stig
Stjørnan: 2 stig
Søljan : 0 stig
Kyndil vann steypakappingina í fjør, og enn vita vit bert at slagið fer at standa millum Kyndil, Neistan, VÍF og VB, sum eisini eru fýra tey ovastu liðini í landskappingini.