Bíðitíðin til mammografi alt ov long

Bíðitíðin til mammografi alt ov long
Tingkvinnurnar Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava sett landsstýrismanninum fyrispurningar um bróstkrabba
 
17.01.2015 - 13:03

Eyðgunn Samuelsen vil millum annað hava Karsten Hansen at upplýsa, hvussu nógvar kvinnur eru avvístar, síðani umstríddu leiðreglurnar eru settar í verk, og um hann kann tryggja, at tær verða broyttar.
Tingkvinnan sigur í sínum fyrispurningi, at bróstkrabbi er ein sjúka, ið rakar nógvar kvinnur. Tað er altavgerandi fyri viðgerðina hjá hesum kvinnum, at sjúkan verður staðfest tíðliga. Tað er nógv sum bendir á, at í Føroyum verður alt ov ofta ikki borið nóg skjótt at. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at í Danmark sleppa kvinnurnar til kanningar innan 14 dagar, meðan bíðitíðin í Føroyum er munandi longur.
Bjørt Samuelsen spyr, hvussu tað yvirhøvur kann koma fyri, at ein kvinna, sum hevur knyklar í bróstinum, og sum hevur fingið ávísing til mammografi, noyðist at bíða í heilar fýra mánaðir.
Tingkvinnan vil hava Karsten Hansen, landsstýrismann, at upplýsa, hvussu nógvar kvinnur standa á bíðilista til mammografi, hvussu long bíðitíðin er, og hvussu nógvar mugu bíða longri enn 14 dagar at sleppa framat. Bjørt Samuelsen vil eisini hava at vita, um tað eru nýggju leiðreglurnar, sum eru atvoldin til longu bíðilistarnar.
Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum skal svara fyrispurningunum um bróstkrabba í løgtinginum mikudagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519